Amerikanski varskógvarin Edward Snowden hevur nú fingið russiskt pass.
Í september fekk hann russiskan ríkisborgaraskap, og nú hann hevur fingið passið, kann hann ikki útflýggjast til USA, sum ynskir at rættarsøkja hann.
Russiska passið fekk 39 ára gamli Snowden, eftir at hann hevði svorið eina eið og lovað Russlandi trúskap, upplýsir sakførari hansara, Anatoly Kutjerena, sambært Ritzau.
Sakførarin leggur afturat, at Snowden er glaður og takksamur fyri at hava fingið russiskan ríkisborgaraskap.
Kona Snowden, Lindsay Mills, hevur eisini søkt um russiskan ríkisborgaraskap. Parið býr saman í Russlandi, og saman hava tey tveir synir, sum eru føddir í landinum.
Snowden hevur síðan 2020 havt permanent uppihaldsloyvi í Russlandi. Hann søkti um friðskjól í landinum, eftir at hann í 2013 hevði likið loynilig skjøl um amerikanskt eftirlit við alneti og telefonum. Hesar upplýsingarnar fekk Snowden, tá hann arbeiddi í fregnartænastuni NSA.
Skuldi tað hent, at Snowden verður dømdur fyri at hava likið loyniligar upplýsingar, kann hann fáa 30 ár í amerikonskum fongsli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald