Innanlands

Effo og Sev samstarva um løðistøðir

Løðistøðirnar í Kollafjarðardali og Skálafirði fara at løða tríggjar ferðir so skjótt sum verandi støðir

Her kemur løðistøðin í Kollafjarðardali at standa (Mynd: Sev)

Her kemur løðistøðin í Kollafjarðardali at standa (Mynd: Sev)

2021-01-13 15:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú verður høgligari hjá elbilaeigarum at løða bilin. Effo og Sev hava gjørt avtalu um at seta upp tvær 150kW DC løðistøðir á Effo støðunum í Skálafirði og Kollfjarðardali.

- Vit eru fegin um at kunna samstarva við Evvo um at fáa sett 150 kW DC løðistøðir upp á tveimum knútapunktum í meginøkinum, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá Sev.  

Nýggju løðistøðirnar, sum avtalan millum Effo og Sev umfatar, og sum verða settar upp í vár, løða meira enn tríggjar ferðir so skjótt, sum verandi 50kW DC skjótløðistøðir. Talið av elbilum í Føroyum økist, og fleiri av nýggjaru elbilunum kunnu løða við upp í móti 100kW, og onkrir enntá meira enn tað. Hetta merkir, at við nýggju løðistøðunum verður tíðin at løða hesar bilar stytt munandi, skrivar Sev á heimasíðuni. 

- Høvuðsendamálið hjá Effo er at veita orku til føroyska samfelagið. Tí er tað natúrligt fyri okkum eisini at veita orku til elbilar, og vit fegnast um samstarvið við Sev um hetta, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder