Mitt í januar varð Gdansk og Pólland rakt av einum sorgarleiki. Borgarstjórin í sættstørsta býnum í Póllandi varð stungin niður á pallinum til eitt tiltak fyri vælgerandi endamál. Dagin eftir doyði Pawel Adamowicz av løstunum.
53-ára gamli maðurin hevði verið borgarstóri í havnabýnum síðani 1998. AP tíðindastovan skrivar, at í dag er val í Gdansk, har nýggjur borgarstjóri skal finnast.
Tað var ein 27-ára gamal maður, ið hevði miðlaatgongd til tiltakið, ið leyp upp á pallin og stakk Adamowicz, ið skjótt mist nógv blóð. Maðurin var handtikin á staðnum, varðhaldsfongslaður og skuldi mentalkannast. Hann gav flokkinum hjá borgarstjóranunum, Pallur Borgaranna, skuldina fyri at hann hevði sitið órættvíst fongslaður í yvir fimm ár fyri bankarán.
Áleið 45.000 fólk fylgdu Pawel Adamowicz til sítt seinasta hvíldarstað. Tað búgva nakað undir 500,000 íbúgvar í Gdansk.
Uttanlands
Eftir kníválopið: Velja nýggjan borgarastjóra í Gdansk
Pawel Adamowicz varð stungin niður 13.januar og doyði av løstunum. Í dag skal hansara avloysari finnast
Pawel Adamowicz á pallinum minuttir áðrenn hann doyði (Mynd: AP)
2019-03-03 13:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald