Innanlands

Eftir tromini á fjallasúkklum

Enn ein hugtakandi ferðamannafilmur úr Føroyum

2019-11-01 12:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógvir eru flottu filmirnir, sum koma út á ymsar sosialu miðlarnar, sum ferðandi hava tikið upp í Føroyum.

Ofta er talan um ferðafólk við víðgangandi áhugamálum, so sum fjallaklintring, renning í fjøllum, at ganga á línu og rógva í kajakk gjøgnum látur.

At súkkla í fjøllunum er eisini eitt av hesum áhugamálum, har ferðast verður á eggini í orðsins sanna týdningi.

Í gjár kom út filmur, sum professionelli fjallasúkklarin Kilian Bron hevur lagt út. Hann og Jérôme Clémentz hava verið ein túr í Føroyum saman við tveimum fotografum, Pierre Henni og Jérémie Reuiller, og funnið avbjóðingar í føroysku fjøllunum. 

[object Object]

Og sigast má, at teir tora at taka av avbjóðingunum, sum teir hava funnið í Føroyum.

Vit síggja teir til dømis ytst á tromini á oman gøtuna úr Gásadali, fram við upsini í Vágabjørgunum og drønandi eftir sandbrekkuni oman móti Lónni í Saksun. Sera hugtakandi myndir, bæði av teirra váðaverkum og førgu føroysku náttúruni ofta í vøkrum vesturskyni.

Njótið filmin:

Les meira og sí fleiri myndir her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder