Uttanlands

Eftir tvey ár sleppa filipinsk børn aftur inn í skúlastovurnar

Skúlar í Filipsoyggjum hava verið stongdir vegna korona í tvey ár, men nú verður farið frá talgildari yvir aftur til vanliga undirvísing

Næmingar á veg í skúla í morgun (Mynd: EPA)

Næmingar á veg í skúla í morgun (Mynd: EPA)

2022-08-22 12:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag sluppu skúlanæmingar í Filipsoyggjunum inn aftur í skúlastovurnar fyri fyrstu ferð, síðan skúlar lótu aftur vegna korona fyri tveimum árum síðani.

Filipsoyggjarnar eru millum seinastu londini at fara frá talgildari undirvísing eftir langari afturlating.

Sambært BBC hava nærum helvtin av landsins skúlum latið uppaftur fyri næmingum, og byrjaðu fleiri milliónir næmingar aftur í skúla í dag.

Uml. 24.000 almennir skúlar fara at hava undirvísing á skúlastovunum fimm dagar um vikuna, meðan restin fer at undirvísa bæði í skúlunum og talgilt. Í november væntast øll at fara aftur í skúla sum vanligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder