Innanlands

Eftirlønin broytt, men eingin lønarhækkan til tingfólk

Undirtøka var ikki frá øllum flokkum at hækka lønina hjá tingfólki

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-03-07 15:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Formansskapurin í Løgtinginum hevur nú lagt uppskot um samsýning og eftirløn til løgtingsfólk fram, og tað er greitt, at tilmæli frá arbeiðsbólkinum verður ikki fylgt fult og heilt.

Farið verður frá einari tænastumannalíknandi eftirlønarskipan til eina skipan, har landið rindar upp til 15 prosent av lønarsamsýningini hjá tingfólkum í eina góðkenda pensjónsskipan. Ein skiftisskipan verður nýtt fyri tingfólk, sum hava eftirløn eftir verandi skipan.

Í viðmerkingunum til uppskotið verður nevnt, at undirtøka ikki var frá øllum flokkum fyri at leggja samlaða tilmælið frá arbeiðsbólkinum fram. Mælt var til at tingfólk skuldu tveir lønarbólkar upp, og fara upp á umleið 55.500 krónur í løn um mánaðin heldur enn tær 48.500 krónurnar, sum tey fara at fáa frá 1. oktober 2024.

Les eisini: Løgmaður og landsstýrisfólk fáa upp í 11.000 krónur meira í løn

- Rímiliga breið undirtøka tykist tó at vera fryi at fara frá núverandi skipan, har tingfólk fáa tænastumannaeftirløn við serligum treytum, til eina eftirlønarskipan har ávístur prosent partur av løninini verður goldin í góðkenda eftirlønarskipan, stendur í viðmerkingunum.

Uppskotið sæst her (logting.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder