Mest eftirlýsti mafia-leiðarin í Italia, Matteo Messina Denaro, er handtikin á Sikiloy – Sisilia – eftir at hava runnið undan løgregluni í 30 ár.
BBC skrivar, at Messina Denaro varð handtikin á eini privatari læknastøð í høvuðsbýnum á oynni, Palermo, har hann fekk viðgerð móti krabbameini.
Denaro sigst vera ovasty fyri illa gitnu Cosa Nostra mafiuni. Hann var í 2002 dømdur lívslangt fongsul ‘in abesentia’ fyri fleiri dráp.
Italskir miðlar skriva, at Denaro varð handtikin í morgun og førdur til eitt loyniligt stað av italsku løgregluni – Carabinieri. Hann var á vitjan á læknastøðini undir følskum navni fyri at fáa kemoterapi.
Umframt at hava fleiri dráp á samitskuni, stóð mafia-bossurin eisini fyri svindli, hvítting av pengum, narkosmuggling og øðrum brotsverkum. Hann varð eftir øllum at døma vardur av Totò Riina, leiðara í Corleone-ættarbólkinum, sum varð handtikin í 1993 eftir at hava snúð seg undan løgregluni í 23 ár.
Dinero verður hildin at vera tann seinasti ‘verndari av loynidómum” hjá Cosa Nostra. Hildið verður, at hann liggur inni við upplýsingum, vitan og nøvnum á teimum, sum hava verið íblandað í fleiri ógvuslig brotsverk, sum mafian hevur framt, eitt nú bumbuálopini í Milan, Firenze og Rom í 1993 og drápini á ákærarnar Giovanni Falcone og Paolo Borsellino í 1992, skrivar BBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald