Uttanlands

Eftirmaðurin hjá Nicola Sturgeon funnin

37 ára gamli skotski heilsumálaráðharrin, Humza Yousaf verður nýggjur fyrstiráðharri í Skotlandi

Í dag varð kunngjørt, at Humza Yousaf yvirtekur leiðsluna í SNP (Mynd: EPA)

Í dag varð kunngjørt, at Humza Yousaf yvirtekur leiðsluna í SNP (Mynd: EPA)

2023-03-27 17:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er greitt, at tað verður skotski heilsumálaráðharrin, Humza Yousaf, sum yvirtekur leiðsluna av skotska tjóðskaparflokkinum SNP og skotsku stjórnini.

Í februar boðaði Nicola Sturgeon frá, at hon fór at leggja frá sær sum fyrstiráðharri og leiðari av SNP, og trý valevni bjóðaðu seg fram at avloysa hana.

Eftir at hann formliga varð valdur til leiðara av skotska tjóðskaparflokkinum, segði 37 ára gamli Humza Yousaf, at hann eins og Nicola Sturgeon fór at stríðast fyri loysing frá Stórabretlandi, tí tað hevur Skotland tørv á, meira enn nakrantíð fyrr.

Eydnast tað, eigur Skotland at søkja um limaskap í ES, heldur hann.

Umframt Humza Yousaf bjóðaðu tær báðar Kate Forbes og Ash Regan seg fram at yvirtaka leiðsluna eftir Nicola Sturgeon. Kate Forbes er fíggjarmálaráðharri, og Ash Regan hevur verið ráðharri men er í dag vanligur tinglimur.

Sambært The Guardian verður Humza Yousaf eftir ætlan formliga útnevndur til fyrstaráðharra í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder