Uttanlands

Eftirmaðurin hjá Sturgeon skal finnast: Skotski heilsumálaráðharrin bjóðar seg fram

37 ára gamli Humza Yousaf er fyrstur at bjóða seg fram at gerast nýggjur fyrstiráðharri í Skotlandi

Humza Yousaf, skotskur heilsumálaráðharri (Mynd: Reuters)

Humza Yousaf, skotskur heilsumálaráðharri (Mynd: Reuters)

2023-02-19 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri boðaði 52 ára gamla Nicola Sturgeon, sum hevur verið fyrstiráðharri í Skotlandi síðan 2014, frá, at hon ætlar at leggja frá sær sum fyrstiráðharri og forkvinna í skotska tjóðskaparflokkinum SNP, og nú hevur fyrsti møguligi avloysarin bjóðað seg fram.

Tað er skotski heilsumálaráðharrin, Humza Yousaf.

Yousaf er 37 ára gamal og hevur verið limur í skotska tjóðaringinum síðan 2011. Gjøgnum tíðina hevur hann havt fleiri ráðharrasessir.

Núverandi varafyrstiráðharrin, 58 ára gamli John Swinney, segði í vikuni, at hann ikki ætlaði at gerast nýggjur fyrstiráðharri.

SNP hevur upplýst, at hann komandi vikurnar fer at finna nýtt forfólk. Tað verður gjørt við atkvøðugreiðslu millum limirnar í flokkinum, sum endar 27. mars, skrivar Ritzau.

Nicola Sturgeon ætlar sær ikki at gevast í politikki, og verður hon sitandi sum fyrstiráðharri og floksleiðari, til ein nýggjur er funnin.

Les eisini: Nicola Sturgeon fer frá

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder