Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, fekk í gjár handað eftirmetingina av Tí góðu tilgongdini.
Tann góða tilgongdin er ein tvørgeiralig skipan, sum skal virka sum eitt samskipandi forum. Tað skal lætta um hjá foreldrum at børnum við autismu.
Skipanin varð sett í verk í 2015, og nú hevur ein arbeiðsbólkur eftirmett, hvussu Tann góða tilgongdin virkar í dag.
Samanumtikið metir arbeiðsbólkurin, at Tann góða tilgongdin er ein góð skipan, men tørvur er á tillagingum.
Tilsamans er talan um 17 tilmælir, harav nøkur kunnu setast í verk skjótt, nøkur krevja politiska støðutaka, meðan onnur mugu viðgerast nærri við pørtunum, sum eru í Tí góðu tilgongdini.
Í arbeiðsbólkinum vóru Barbara Á. Thomsen (forkvinna) og Ann Kristina S. Simonsen vegna Almanna- og mentamálaráðið, Joan Knudsen vegna Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Andreas Sjóvará vegna Heilsumálaráðið, Janus Haraldsen vegna Kommunufelagið og Gunnvá Staksberg vegna Autismufelagið.
Almanna- og mentamálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald