
Fríggjadagin vitjaði eftirskúlin Brúgvin í Skálavík Suðuroynna. Tey vóru runt í oynni ,og seinnapart løgdu tey leiðina fram við næmingaheimi hjá Føroya Eftirskúla á Tvøroyri.
Borðreitt var við onkrum góðum ,og aftanaá sluppu næmingarnir at hitta hvønnannan og blivu víst runt á sjálvum næmingaheiminum.
Í oktober mánaði í 2020 vóru næmingar frá Føroya Eftirskúla á stuttari vitjan í Skálavík, og hugdu eftir skúlanum har.
Skúlaleiðarnir báðir høvdu nokk at práta um, nú tveir eftirskúlar eru settur á stovn í Føroyum, og kunnu leiðarnir fáa nógv burturúr við at samskifta við hvønnannan um hesa nýggju og spennandi tíð í føroyskari skúlasøgu.
Eftir ein stuttan og hugnaligan støðg fóru næmingarnir frá skúlanum í Skálavík víðari á teirra kanningarferð á okkara syðstu oyggj, og vóru leiðarninr samdir um at halda sambandið við líka á hvørjum ári framyvir, og ikki minst læra av hvørjum øðrum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald