Innanlands

Eftirskúli, næmingaheim og kampingpláss á Sevmýri

Lastbilar koyra til og frá gamla fótbóltsvøllinum á Sevmýri. Ætlaninar fyri økið eru stórar

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2024-03-15 17:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu tíðina hava fólk sæð lastbilar koyra til og frá gamla fótbóltsvøllinum á Sevmýri.

Tað var í fjør, at MTV Byggivirkið keypti vøllin og økið har gamla TB-húsið stendur. Frá byrjan av hevði fyritøkan ætlanir við økinum og nú eru ætlanirnar komnar enn tættari upp á at gerast veruleika, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Spurdur, sigur Mortan T. Vang, stjóri í MTV Byggivirkið, at ætlanin er, at Sevmýri skal gerast ein partur av býnum, ið fólk fara at hava hug til at vitja aftur. Farin er tíðin, tá fólk fylktust í økinum, til fótbóltsdyst og síðan tá hevur lítið og einki lív verið á har.

Er tað upp til Mortan, so skal hetta broytast komandi árini.

- Vit hava stórar ætlanir við økinum, tað er eingin loyna. Tó, skulu vit gera ætlanirnar til veruleika, so krevjast bæði neyðug loyvi og einsi vælvild frá landsins myndugleikum, sigur Mortan.

- Ætlanin er at gera ein eftirskúla í eystara enda av vøllinum, við øllum tí, ið krevst til ein eftirskúla. Miðskeiðis á vøllinum ætla vit, við vælvilja frá myndugleikunum, at byggja eitt næmingaheim, ið eitt nú kann hýsa næmingum á Heilsuskúlanum í Suðuroynni. Í vestara enda er so ætlanin at hava umstøður til fólk við kampingvogni – hetta er nakað, ið veruliga manglar, sigur stjórin í MTV Byggivirkið.

- Tað, ið kanska er mest spennandi, er, at mitt á gamla vøllinum ætla vit at gera eina tjørn. Ein tjørn var her áðrenn vøllurin kom og í ein ávísan mun ætla vit at endurskapa hana. Vónin er, at lív kemur í vatnið og at vatnið fer at tiltrekkja fugl av ymsum slag. Ynskið er eisini, at fólk fara at vitja økið og njóta umstøðurnar. Saman við gongugøtuni niðan í eitt nú Støðlarnar og stuttu frástøðuni til Froðbiar, so verður hetta eitt fantastiskt øki at uppihalda sær í. Beint við hevur Skógrøkt Landsins eisini plantað eina rúgvu av trøum, so í framtíðini verður Sevmýri nakað heilt annað, leggur hann afturat.

Í gamla TB-húsinum er ætlanin at gera skrivstovubygning. Mortan T. Vang sigur, at tað longu nú er áhugi frá fyritøkum fyri hesum.

- Sjálvandi stendur og fellur alt við, at neyðugu loyvini fáast til vega, leggur Mortan afturat, til seinast.

Av sonnum spennandi tíðir fyri framman hjá MTV Byggivirkið, Sevmýrisjingum og borgarum í Tvøroyrar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder