Innanlands

Eftirspurningurin eftir at gista á nýggju hotellunum er stórur

Hotel Hilton og Hotel Brandan hava fingið fleiri túsund bíleggingar

(Mynd: KVF)

(Mynd: KVF)

2019-07-24 10:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hóast hvørki av hotellunum standa liðug, eru longu fleiri túsund bíleggingar eftir at búgva á Hotel Hilton og Hotel Brandan. Hotellini lata ikki upp fyrrenn næsta summar.

Gravgangur er eftir at sleppa at gista á hotellunum. Á Hotel Brandan hava tey longu bóka fleiri enn 3000 nætur.

Av bæði Hotel Hilton og Hotel Brandan verður sagt við KVF, at tað er einki ivamál um at eftirspurningurin er so stórur, at neyðugt verður við fleiri gistingarmøguleikum í framtíðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder