Innanlands

Eftirvalskanning: 64 prosent vistu hvønn flokk tey fóru at velja, áðrenn valstríðið byrjaði

Næmingar í Lítlaskúla í Havn kannaðu atburðin hjá veljarum í sambandi við løgtingsvalið. 257 fólk vórðu spurd.

Næmingar í Lítlaskúla uttanfyri Høllina á Hálsi leygardagin 31. august

Næmingar í Lítlaskúla uttanfyri Høllina á Hálsi leygardagin 31. august

2019-09-05 18:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við løgtingsvalið hava næmingar í Lítlaskúla í Havn arbeitt við evnum sum fólkaræði, floksskipan, valstríð og veljaraatburði.

Fyri at vita hvussu atburðurin hjá veljarum er, gjørdu eldru næmingarnir eina eftirvalskanning, har fólk vórðu spurd, tá tey høvdu verið og valt í Høllini á Hálsi.

Fólk vórðu m.a. spurd, nær tey gjørdu endaliga av, hvønn flokk og hvat valevni, tey fóru at velja, og um tey valdu tað sama, sum tey gjørdu, seinast tey vóru á løgtingsval.

Í kanningini luttóku 257 fólk - 150 kvinnur, og 107 menn.

64 prosent søgdu seg hava avgjørt, hvønn flokk tey fóru at velja, áðrenn valstríðið byrjaði, og tá høvdu 42 prosent eisini avgjørt, hvat valevni, tey fóru at velja.

Trýst her fyri at síggja øll høvuðsúrslitini frá kanningini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder