Mentan

Egil og Christian fingið heiðursbrøv frá Tórshavnar kommunu

Egil Simonsen og Christian H. Christiansen vórðu heiðraðir fyri sítt arbeiði við sluppini Westward Ho

(Mynd: torshavn.fo)

(Mynd: torshavn.fo)

2022-02-24 09:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hátíðarløta var í Müllers Pakkhúsi í Havn í gjár, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Egili Simonsen og Christiani H. Christiansen heiursbrøv fyri teirra leiklut í at varðveita sluppina Westward Ho og alt annað arbeiði teirra í hesum sambandi.

[object Object]

Heiðusskjalið hjá Egil Simonsen er soljóðandi:

Í mong ár hevur Egil verið skipari á Westward Ho og ein teirra, sum hevur gingið á odda fyri at varðveita sluppina. Hann er ein eldsál í hesi týdningarmiklu varðveitsluuppgávu, sum Tórshavnar kommuna tók á seg í 2005, og var eisini við ein stóran part av tíðini, meðan Sluppgrunnurin rak hetta mentanarsøguliga skip.

Við sínum blíða lyndi og tolnu framferð hevur Egil gjøgnum árini fyrimyndarliga og ótroyttiligur lagt øðrum lag á, bæði um rigning, sigling, sjóleiðir og góðan sjómansskap. Søgufróður, sum hann er, hevur hann givið fleiri ættarliðum, bæði børnum og ungum sum eldri, ógloymandi læruríkar upplivingar og hugnaligar løtur umborð.

Westward Ho er eitt satt prýði fyri Havnina og Føroyar, og Tórshavnar kommuna fegnast um tað sjálvbodna arbeiðið, sum ger varðveitsluna av hesum mentanarsøguliga skipi møguliga, til fragd fyri allar føroyingar.”

Heiðursskjalið hjá Christian H. Christiansen er soljóðandi:

Í mong ár hevur Christian gingið á odda fyri at varðveita sluppina Westward Ho. Hann er ein eldsál í hesi týdningarmiklu varðveitsluuppgávu, sum Tórshavnar kommuna tók á seg í 2005, og var eisini við tað mesta av tíðini, meðan Sluppgrunnurin rak hetta mentanarsøguliga skip.

Trúfastur hevur Christian gjøgnum árini ansað eftir, at raksturin hevur verið skynsamur og peningur tøkur, bæði til umvælingar og tiltøk, sum skipið hevur verið karmur um. Hann hevur dugnað varðveitsluni fyrimyndarliga og tikið týdningarmikil stig til frama fyri, at enn ber til hjá føroyingum, ungum sum eldri, at uppliva hetta gamla skip í sínum rætta umhvørvi.

Westward Ho er eitt satt prýði fyri Havnina og Føroyar, og Tórshavnar kommuna  fegnast um tað sjálvbodna arbeiðið, sum ger varðveitsluna av hesum mentanarsøguliga skipi møguliga, til fragd fyri allar føroyingar.”

Røðan hjá borgarstjóranum til teir báðar og fleiri myndir kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.   

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder