Floghavnin í Egilsstøðum á eysturlandinum í Íslandi skal byggjast út, so hon framyvir er betri egnað til altjóða flogferðslu. Tað skrivar íslendska ríkisútvarpið á heimasíðu sínu.
Ætlanin eru um at fáa í lag fasta flúgving millum Egilsstaðir og útlendskar floghavnir, eins og Egilsskaðir skal vera tiltaksfloghavn í støðum, har tað ikki er flúgvandi til Keflavíkar.
Ein av broytingunum, sum skulu gerast á Egilsstøðum er at gera eina sokallaða taxi-breyt, so ikki er neyðugt hjá flogførunum at rulla eftir sjálvari lendingarbreytini fyri at koma til komuhøllina eftir at tey hava sett seg.
Íslendska floghavnsfelagið Isavia skal brúka avlopið frá rakstrinum av Keflavík til nýíløgur í Egilsstøðum.
Eisini floghavnin í Akureyri hevur roynt at fáa meira altjóða flogferðslu, men higartil hevur tað ikki eydnast at finna fígging til neyðugar útbyggingar.
Tað er serliga tørvurin á alternativi til Keflavík, sum liggur aftan fyri ynskini um útbyggingar.
Floghavnin í Reykjavík er eisini góðkend til altjóða flúgving, men hon er ikki nakað alternativ til Keflavík tí tær liggja so nær hvørja aðra, at er ikki flúgvandi til Keflavíkar, so er neyvan heldur flúgvandi til Reykjavíkar, skrivar ruv.is.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald