placeholder
Uttanlands

Egyptaland: Sjónvarpsvertur fær deyðarevsing í rúsevnamáli

Málið snýr seg um ólóglig vápn og yvir 750 kilo av syntetiskum rúsevnum.

Sarah Khalifa (Mynd: Instagram(Sarah Khalifa)

Sarah Khalifa (Mynd: Instagram(Sarah Khalifa)

2026-09-07 09:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Egyptiski sjónvarpsverturin Sarah Khalifa er saman við 11 øðrum dømd til deyða í sambandi við eitt mál um rúsevni og ólóglig vápn.

Khalifa, sum er 39 ára gomul, hevur verið vertur fyri sjónvarpssendingina "Mission Impossible", sum viðger evni innan trygd og brotsverk.

Sambært egyptiskum statsmiðlum snýr málið seg um yvir 750 kilo av syntetiskum rúsevnum og ólóglig vápn, sum eru funnin í tveimum íbúðum.

Khalifa og fleiri onnur eru eisini dømd fimm ára fongsul í einum øðrum máli um frælsistøku og álop á ein ungan mann, skrivar Ritzau.

Sjónvarpsverturin noktar seg seka og sigur, at hon ongantíð hevði sæð rúsevni í veruleikanum, áðrenn løgreglan avmyndaði hana saman við rúsevnunum, sum hald varð lagt á. Hon hevur møguleika at kæra dómin.

Sambært egyptiskari lóg kann ein verða dømdur til deyða í málum um morð, yvirgang, smugling av rúsevnum og ávís sløg av neyðtøku.

Sambært mannarættindafelagsskapinum Amnesty International vórðu 492 fólk dømd til deyða í 2025, og 23 fólk vórðu avrættað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder