Mentan

Eiðis kommuna 125 ár

Týsdagin 1. oktober fer Eiðis kommuna at hátíðarhalda 125 ára dagin hjá Eiðis kommunu

2019-09-29 14:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað var tann 1. oktober kl.09:00 í 1894 at fyrsti bygdaráðsfundurin varð hildin. Eiðis kommuna er ein av heilt gomlu kommununum í landinum. 

Dagurin verður hátíðarhildin við almennum tiltakið í Hólmahúsinum á Eiði týskvøldið kl.18:00.

Landsstýrismaðurin í kommunumálum, Helgi Abrahamsen og Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini flyta fram røðu. 

Rasmus Joensen, fyrrverandi bygdaráðslimur og borgarstjóri hugleiðir um Eiðis kommunu. 

Tónleikur frá Eiðis ljómfelag, Fróða Bjarnason.

Eftir tiltakið verða smábitar, køka og drekka at fáa.

Bygdaráðið byrjar annars dagin frá morgunstundini. Bygdaráðið hevur almennan bygdaráðsfund kl.09:00 eins og fyri 125 árum síðani. Eftir bygdaráðsfundin fara bygdaráðslimir at vitja skúla, barnagarð og sambýli, har teir bjóða kaku og drekka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder