
Eiðis kommuna boðar frá, at hon hevur keypt matrikkul 146b við ástandandi húsi fyri tvær milliónir krónur. Talan er um økið beint við Korndalsbýlið, ið er eldrasambýlið í bygdini.
- Við keypinum fær kommunan fjøllbroyttar bústaðarmøguleikar, samstundis sum økið framtíðartryggjar Korndalsbýlið á Eiði.
Húsið skal nýtast til eldraíbúðir. Til tess er ein umbygging til neyðug, og tað verða 4-6 íbúðir fáast í húsinum.
Heimasíða eidi.fo skrivar, at 1,5 millión er sett av á fíggjarætlanini fyri 2021. Mett verður at hetta er nóg mikið, til at gera tvær íbúðir í miðhæddini lidnar.
Við at keypa matr. 146b, hevur kommunan eisini framtíðartryggjað Korndalsbýlið. Kommunan hevði ógvuliga avmarkaðar møguleikar at byggja Korndalsbýlið út, men hetta gevur munandi betur møguleikar at byggja út norðeftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald