Í gjár fekk Eiðis skúli handað veðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærarafelag.
– Eiðis skúli fær virðislønina fyri stóra arbeiðið, sum tey í undirvísingarhøpi gera fyri at ávirka næmingarnar og geva teimum kunnleika um veðurlags- og umhvørvisavbjóðingar. Tey hava í fleiri ár arbeitt miðvíst við burðardyggari menning, har tey serliga arbeiða út frá teimum staðbundnu loysnunum og umhvørvinum, sum næmingarnir kenna. Hetta er sostatt blivin ein inngrógvin partur av skúlaárinum, skrivar Skúlablaðið.
– Tey hava eitt nú arbeitt við endurnýtslu, seymað taskur úr endurnýtslutoyi, gjørt jólaeinglar úr horni, tálg til fuglafóður, endurnýtt træsprek og tunnufjalar til vevar og skilt burturkast. Tey hava sátt grønmeti og velt epli í skúlagarðinum, flett seyð, kúgv, haru og roytt havhestaungar. Skorið upp springarar, fiskað og hagreitt fiskin, umframt verið eftir eggum, sum verða nýtt í matgerð.
– Hvørt ár gera allir næmingarnir døgurða í skúlanum, har eplini, sum teir hava velt, og fiskurin, sum teir hava fiskað, verður etin.
Handanin av veðurlagsvirðislønini fór fram á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag á Hotel Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald