Nú allir møguleikar eru troyttir í Vágum, og allar útbyggingar ikki loysa komandi krøvini og tørvin, so er helst rætt nú at taka málið um flogvøll á Glyvursnesi framaftur.
Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Nógvar kanningar eru gjørdar gjøgnum tíðina. Longu í 1973 komu danskir og føroyskir serfrøðingar til ta niðurstøðu, at allar kanningarnar vístu, at ein framtíðar flogvøllur í Føroyum átti at liggja á Glyvursnesi.
Seinasta veruliga metingin av flogvølli á Glyvursnesi var tann frá Landsverki í 2018/19, tá kanningar av vind- og turbolensviðurskiftum vórðu gjørdar á tveimum støðum, har tað er møguligt at leggja ein tílíkan flogvøll, í Søltuvík á Sandoynni og á Glyvursnesi við Havnina.
- Vit fáa ongantíð eina optimala loysn við flogvøllinum í Vágum. Vit kunnu brúka miljardir í komuhallir og onnur átøk, men flogvøllurin í Vágum verður altíð ein avmarkað loysn. Nú tað er ivasamt, um vit sleppa av við okkara virðmismesta útflutning, er støðan vorðin nærmast pínlig, skrivar Heðin Mortensen.
Alt lesarabrævið hjá Heðini Mortensen kann lesast á lesarin.fo her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald