Innanlands

Eiga at gagnnýta teir fyrimunir koppseting gevur føroyingum

Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin hevur spurt landsstýrismannin í heilsumálum, um ætlanin er at útvega eitt talgilt koronupass til føroyingar

– Vit hava Talgildu Føroyar og tað mátti verið upplagt, at vit sum eitt land við einum aðalmáli at flyta okkum yvir í eitt meira talgilt samfelag, fáa eitt altjóða góðkent, talgilt koronupass til okkara borgarar, sigur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

– Vit hava Talgildu Føroyar og tað mátti verið upplagt, at vit sum eitt land við einum aðalmáli at flyta okkum yvir í eitt meira talgilt samfelag, fáa eitt altjóða góðkent, talgilt koronupass til okkara borgarar, sigur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-29 11:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilsumyndugleikarnir hava verið effektivir at seta í verk mannagongdir um koronakanning, sporing, avbyrging o.s.fr., seinasta árið, og nú teir eru byrjaðir at koppseta føroyingar, eiga teir at vera líka effektivir at gagnnýta teir fyrimunir, sum koppseingar geva føroyingum, serliga tá talan er um ferðafólkaflutning millum Føroyar og útheimin.

Tað heldur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur spurt landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, um hann ætlar at útvega talgilt koronupass til føroyingar.

– Tað er nógv, sum bendir á, at t.d. flogfeløg skjótt fara at krevja tey ferðandi (arbeiðsfólk, vinnulívsfólk og privat) eftir einum koronupassi ella vaksinupassi, tá ferðaseðilin verður bílagdur. Koronupass kann eisini hugsast at gerast eitt krav fyri at fáa atgongd til upplivingar, sum t.d. matstovur o.a.

– Vit hava Talgildu Føroyar og tað mátti verið upplagt, at vit sum eitt land við einum aðalmáli at flyta okkum yvir í eitt meira talgilt samfelag, fáa eitt altjóða góðkent, talgilt koronupass til okkara borgarar í staðin fyri at ganga runt við einum gulum pappírs-vaksinukorti, har mann sjálvur skrivar navn, føðingardag og p-tal á forsíðuna, sigur Johan Dahl í viðmerkingum til fyrispurningin.

Tingmaðurin vísir á, at eitt talgilt og altjóða góðkent koronupass hevur sera stóran týdning fyri øll tey, sum t.d. hava tørv á og ynskja at ferðast millum Føroyar og útheimin komandi mánaðirnar.

Spurningurin hjá Johan Dahl er soljóðandi:

1. Hvat slag av vaksinupassi fáa føroyingar í løtuni; lýkur tað altjóða standardar og kann góðkennast altjóða, og er talan um eitt fyribils vaksinupass?

2. Arbeiðir landsstýrismaðurin í heilsumálum við eini ítøkiligari ætlan um at útvega eitt talgilt koronupass til føroyingar, innihaldandi upplýsingar um vaksinasjónir, testir, andevni o.a.? Um ja: Nær í 2021 kunnu føroyingar fáa eitt slíkt talgilt koronupass, og fer hetta at lúka altjóða standardar og kunna góðkennast altjóða Um nei: Hví verður ikki arbeitt við eini talgildari loysn, og hvørji loysn verður so arbeitt við av einum meira framkomnum koronupassi, sum kann lúka altjóða standardar og kunna góðkennast altjóða?

3. Hevur Heilsumálaráðið samskifti og samstarv við danskar heilsumyndugleikar um eitt felags talgilt koronupass, ella eru ætlanir um at gerast partur av eini felags verkætlan um talgilt koronupass við danskar myndugleikar, sum livir upp til ES-standardir, ella er ætlanin at gera eina føroyska talgilda koronupass-loysn?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder