Innanlands

Eiga at hyggja nærri at umstøðunum hjá skúlaleiðslum

Tað er óheppið, at leiðslurnar í skúlum skifta títt, sigur formaður Føroya Lærarafelags, Jacob Eli S. Olsen

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-12-11 19:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er óheppið, at leiðslurnar í skúlum skifta títt, tí tað órógvar nógv í skúlanum, og tí eiga vit at hyggja nærri at umstøðunum hjá leiðslum at gera sítt arbeiði, heldur formaður Føroya Lærarafelags, Jacob Eli S. Olsen.

- Tað hava verið fleiri skifti síðstu árini, sum einki hava at gera við aldurin hjá skúlastjóranum. Og hetta hendir stutt eftir, at vit hava fingið nógvar skúlastjórar, sum hava fingið leiðsluútbúgving. Hvør orsøkin er til, at skúlastjórar velja at fara úr starvi, havi vit ikki neyva vitan um, men óivað hevur tað nakað við umstøðurnar hjá skúlaleiðslunum at loysa sín setning, sigur hann í samrøðu við Skúlablaðið.

Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at tað hevur stóran týdning, at ein skúlasjtóri hevur nøktandi umstøður at røkja sínar uppgávur og skipa skúlan.

– Ein góður skúlastjóri, sum er væl fyri og hevur yvirskot, kann ganga undan og gera ein góðan skúla betri, men er skúlastjórin móður og tí hevur lítið yvirskot, so kann tað síggjast aftur í skúlanum.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder