Samanborið við onnur øki verður lítið granskað og kannað í skúla og útbúgving í Føroyum. Tað eiga og mugu vit gera nakað við, heldur Frida Poulsen, útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini.
– Vit arbeiða á Námsvísindadeildini við at raðfesta gransking hægri. Skal tað eydnast, mugu vit sum samfelag raðfesta námsfrøðiliga gransking hægri. Ein fortreyt er eisini, at vit sjálv á Setrinum eru tilvitað um týdningin at granska í okkara egnu viðurskiftum, herímillum eisini raðfesta gransking í skúlaviðurskiftum, sigur hon við Skúlablaðið.
Á Námsvísindadeildini hevur verið arbeitt miðvíst fram ímóti, at fólk skulu fáa umstøður at granska, og tørvur er á bæði smærri og størri granskingarverkætlanum, sigur Frida Poulsen.
- Tað er neyvan bara ein orsøk til, at vit hava so lítla gransking í skúlaviðurskiftum, men eg hugsi, at ein orsøk er, at vit í so lítlan mun hava sett ljóskastaran á týdningin at menna skúlaskipanina og skúlaverkið á einum granskingargrundarlagi.
– Granskingin í skúla- og barnalívi og námsfrøði er sum heild lítið av, og í skúlapraksiss so at siga einki av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald