Løgmaður heitti á tíðindafundi í morgun á fólk, um ikki at ferðast uttan tað er hægst neyðugt. Hinvegin eru nógv lesandi í Danmark, sum í dag leita sær heim á klettarnar eftir, at skúlarnir í Danmark lótu aftur í gjárkvøldið.
Hetta verður mett at vera stóri vandin í mun til smittu av corona í Føroyum og tað eru nógv á Facebook, sum gera vart við hetta.
- Kunnu vit ikki lata studentarnar verða verandi í Danmark hesar báðar vikurnar, teir hava frí frá skúlanum? Danmark er altso millum tey lond, sum eru hart rakt, skrivar Sjúrður Skaale millum annað á Facebook.
Enn eru bara tvey smittað við coronavirusinum í Føroyum. Í Danmark eru fleiri enn 500 smittað.
Viðmerk niðanfyri hvat tú heldur um íkomnu støðuna:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald