Innanlands

Eigarar finnast at broyttum vegaætlanum

Roynt verður at broyta arbeiðið við íbindingunum til ytra ringvegin, so teir ikki koma at liggja so nær býlingunum Millum Gilja og Oman Gil

2024-01-29 16:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðið við at gera ytra ringvegin við tunli undir Húsareyn gongur við fullari ferð. Fyri tveimum vikum síðani fóru stóru gravimaskinurnar og dumpararnir eisini í holt við at gera íbindingarnar til ringvegin, eitt nú til Flatarvegin, sum er vegurin niðan til býlingin Millum Gilja í Hoyvík.

Men seinastu dagarnar hevur arbeiðið ligið stilt. Og sum skilst er tað ósemja við eigarafelagið Millum Gilja, sum er orsøkin.

Eigarafelagið skrivar í dag lagt eina kunning á Facebook-vangan hjá felagnum, nú fleiri íbúgvar hava vent sær til nevndina av ótta fyri, hvussu nýggju vegaføringarnar fara at ávirka býlingin.

Greitt verður frá, at fundur hevur verið við Tórshavnar kommunu við luttøku av nøkrum eigarum og við umboðum fyri nevndina í eigarafelagnum.

- Á fundinum greiddu vit frá, óttanum um hvussu ljós og ljóð, frá íbindingunum, fara at órógva býlingin. Eisini eystan fyri, við útstykkingina Oman Gil.

Um íbindingarnar greiðir nevndin fyri eigarafelagið soleiðis frá:

- Víst varð á møguligum broytingum, ið kunnu bata um órógvið; at brúka "gamla" vegin, sum liggur vestanfyri býlingin. Hesin varð upprunaliga ætlaður sum íbindingarvegur, og varð lagdur sum hann er, fyri at ferðslan ikki skuldi órógva býlingin.

- Vit hava eisini víst á, at um íbindingin eystanfyri Millum Gilja verður fluttur longur eystur, so sum Tórshavnar kommuna upprunaliga ætlaði at leggja hana. So fer vegurin ikki at órógva, hvørki í Millum Gilja og heldur ikki í Oman Gil.

- Síðani arbeiðið upp á innkomuvegin, varð uppafturtikið, hevur nevndin verið á fleiri fundum, við Tórshavnar kommunu, fyri at tryggja okkum, at verkætlanin skuldi órógva býlingin minst møguligt. Men tá prátið so er komi til íbindingarnar, er hetta, hvørja ferð, skúgvað til síðis. Tí sum kommunan hevur sagt, so er long tíð, til fari verður undir íbindingarnar. Tórshavnar kommuna hevur sagt, at fyrst skal sjálvur Innkomuvegurin gerast liðugur, og tástaðni tá verður fari undir íbindingarnar.

- Innkomuvegurin væntast at verða liðugur í novembur 2024.

- Samstundis hevur kommunan sagt, at tekningarnar av íbindingunum, ikki vóru lidnar, og at nógv kundi broytast enn. Avtala varð tí gjørd, við Tórshavnar kommunu, at kunning/tekningar skuldu verða sendar okkum, so skjótt sum tær vóru tøkar. Og síðani kundu vit taka fundir um íbindingarnar.

- Brádliga varnaðust nakrir íbúgvar, at arbeiðið upp á íbindingarnar fór í gongd, og at tær liggja ógvuliga nær býlinginum. Men hetta vóru vit ikki kunnað um.

- Íbúgvar og nevnd hava tí verið á fundi við TK, fyri at gera vart við hetta, og fyri at royna at fáa onkrar broytingar gjørdar.

Tórshavnar kommuna kannar í løtuni, møguleikar fyri at flyta vegirnar. So vit eru í samskifti við kommununa, og vóna at hetta fer at bera frukt, skrivar eigarafelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder