Kinesiska fyritøkan ByteDance, sum eigur sosiala miðilin TikTok er stevnd av amerikanska statinum Indiana.
Grundgevingin hjá statinum er, at sosiali miðilin gevur kinesisku stjórnini atgongd til upplýsingarnar hjá brúkarum, skrivar DR.
Eisini Christopher Wray, stjórin fyri amerikonsku fregnartænasutna, FBI hevur sagt, at miðilin er "í hondunum á kinesisku stjórnini", og hetta ger tað møguligt hjá stjórnini at manipulera við innihaldi, og kann hon brúka tað til at broyta hugburðin hjá fólki.
ByteDance hevur fleiri ferðir víst aftur, at kinesiska stjórnin hevur atgongd til upplýsingarnar hjá brúkarum teirra, men hon hevur, sambært tíðindastovuni Reuters, eisini viðgingið, at kinesiska stjórnin hevur atgongd til dátur hjá avstralskum brúkarum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald