Í fleiri londum hevur munnbind í longri tíð verið brúkt í almenna rúminum. Frá leygardegnum skulu øll yvir 12 ár brúka munnbind, tá tey ferðast í donskum bussum og tokum, og farsóttarnevndin í Føroyum mælir nú eisini til, at føroyingar brúka munnbind, eitt nú tá teir fara til handils.
Men í Svøríki hava myndugleikarnir hvørki kravt ella mælt til, at borgarar brúka munnbind, og tað er heldur ikki líkt til, at hetta verður broytt í nærmastu framtíð.
Tað segði Johan Carlsson, lækni í ígerðarsjúkum og aðalstjóri hjá svenska Folkhälsomyndigheten á tíðindafundi í dag, tá hann varð spurdur um hetta.
Tey fara ikki at mæla fólki, sum sjálvi ynskja at brúka munnbind, frá at gera tað, men tey eru ikki komin hartil, at tey mæla øllum borgarum at gera tað, segði hann.
– Vit halda fast í teimum tiltøkum, sum vit hava havt higartil, segði hann, og legði afturat, at tað er ivasamt at líta á munnbind fyri at steðga smittuni.
Sambært Jyllands-Posten, vísir Folkhälsomyndigheten á, at onnur lond, sum krevja, at fólk brúka munnbind á ávísum støðum, kortini síggja, at talið á lokalum smittutilburðum økist.
Í Norðurlondum er Svøríki tað landið, sum hevur skrásett flest smittutilburðir og andlát í sambandi við korona.
Sambært Worldometers.info hevur landið skrásett 85.219 tilburðir og 5.790 andlát.
Um allan heimin hava 22,1 mió. fólk fingið staðfest smittuna, og 778.600 fólk eru deyð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald