Innanlands

Ein av manningini druknaður

Fimm av manningini við Naddoddi vórðu bjargað, men tann sætti lá undir bátinum, druknaður. Tað váttar MRCC fyri Kringvarpinum

(Mynd: Helgi Enni)

(Mynd: Helgi Enni)

2024-08-27 22:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bjargingarbáturin Idar Ulstein á staðnum, har Naddoddur holvdi (Upptøka: Redningsselskapet)

--

Naddoddur sendi fyrr í kvøld út neyðarkall út fyri Stad í Norra. Seksæringurin hevur síðani leygardagin verið á veg til Ålesund av Tvøroyri.

Tað er ringt veður á leiðini, har Naddoddur var staddur tá hann holvdi. 

Men fimm fólk eru bjargað.

MRCC váttar fyri Kringvarpinum, at norska sjóverjan hevur lokaliserað øll seks fólkini, og at tann sætti lá undir bátinum, druknaður. Hini fimm vóru bjargað, og hava tað gott kropsliga. Tey eru flutt til Florø, og fáa sálarliga hjálp.

Enn royna bjargingarbátar og tyrlur at fáa sætta persónin til lands. Men tað er blivið myrkt, og aldan er høg og vindurin er nógvur.

[object Object](Kort: Bergens Tidende)

[object Object]Helgi Enni tók hesa myndina tá Naddoddur byrjaði ferðina leygardagin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder