![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjár bórust boðini um, at gittarsnillingurin Hans Carl Hansen var deyður, 65 ára gamal.
Hans Carl var undangongumaður innan tónleikalívið í Havn og seinni í Klaksvík eisini.
Allarbest er hann kendur sum guittarleikari í rokkbólkinum Straight Ahead úr Klaksvík, og Hans Carl eigur eisini nógvar guittarsolur á slóðbrótandi Veðraplátuni, sum kom út í 1978. Gittarsolur, sum í dag eru varðar í føroysku rokksøguni.
Hans Carl Hansen hevur spælt við í nógvum øðrum bólkum og samanhangum. Trý børn hansara eru virdir sangarar og tónleikarar: Guðrið Hansdóttir, Fróði Hansen og Bjarki Hansen.
Á hesum filminum sæst Hans Carl (til vinstru) hugna sær við gittaranum saman við beiggjanum Hildibjarti:
Og í hesum filmsbrotunum eru fleiri gittarsolur hjá Hans Carl Hansen savnaðar:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald