Innanlands

Ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring

Løgreglan hevur havt eitt átak ímóti rúsdrekkakoyring í nátt, men bert eitt mál varð skrivað – tað var í høvuðsstaðarøkinum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-10-16 13:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan havt eitt átak ímóti rúsdrekkakoyring, har tey hava kannað bilar í Sundalagnum, í høvuðsstaðarøkinum, og í Vágum.

Í flestu førum var tó alt í lagi, og varð bara eitt mál skrivað. Tað var ein bilførari í høvuðsstaðarøkinum, sum varð tikin fyri at koyra ávirkaður.

Løgreglan upplýsir annars, at seinasta náttin hevur verið stak friðarlig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder