Innanlands

Ein brandslanga atvoldin til stóra skaðan í Sankta Frans skúla

Talan var ikki um herverk, men vatnskaðin er so umfatandi, at tað ikki ber til at nýta hølini í løtuni.

Brandslangan gjørdi um seg sunnukvøldið ella mánanáttina í nýggjastu hølunum. Harvið hava næmingar í hádeildini undirvísing heimanfrá í løtuni

Brandslangan gjørdi um seg sunnukvøldið ella mánanáttina í nýggjastu hølunum. Harvið hava næmingar í hádeildini undirvísing heimanfrá í løtuni

2026-09-09 13:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta vikuskiftið var vikuskiftið var stórur vatnskaði í nýggja bygninginum hjá Sankta Frans skúla, sum er í Varðagøtu í Havn.

Hesin skaðin er so mikið umfatandi, tað ikki ber til at hava undirvísing í hølunum, sum hádeildin nýtir.

Talan er um 128 næmingar í 7., 8. og 9. flokki.

- Kommunan arbeiðir í løtuni við at fáa greiðu á, hvussu umfatandi skaðin er, og hvussu skjótt bygningurin kann gerast klárur aftur. Samstundis verður arbeitt við at finna hóskandi fyribils høli til næmingarnar, so skúlagongdin verður órógvað minst møguligt.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Sum skilst fáa hesir næmingar talgilda undirvísing hesa vikuna.

Tekniskt brek og ein brandslanga

Júst hesin bygningurin hevur ikki nógv meira enn tvey ár á baki. Men eitt slag av tekniskum breki ger, at stórar nøgdir av vatni eru komnar út í bygningin.

Og tað er ein brandslanga, sum er atvoldin til hetta. 

Sambært torshavn.fo var hendan av óvart og av sær sjálvari farin frá - og skaðin er stórur.

Hetta er hent einaferð sunnukvøldið ella mánanáttina. Einki tekin er um herverk.

Til ber at síggja innslag um hetta í Degi&Viku frá týskvøldinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder