Ein býarmynd verður aftur virkin í havnargøtum, tá Kioskin hjá Astu letur upp aftur í dag.
- Síðani 1935 hevur Kioskin hjá Astu staðið sum ein varði á Vaglinum og heilsað fólki á ferð omaneftir og niðaneftir. Men so hevur ikki verið seinastu fýra mánaðirnar, nú kioskin hevur verið til umvælingar.
Tað er Gist og Vist samtakið, sum keypti kioskina og seinastu fýra mánaðirnar hevur kioskin verið til umvælingar og er nútímansgjørd.
Kioskin hjá Astu er ein sonn býramynd. Flest allir føroyingar kenna eyðkenda skapið aftur. Navnframi arkitekturin H. C. W. Tórgarð teknaði kioskina í 1931. Tá var hon áttakantað við inngongd, skrivar Gist og Vist.
- Tá ið kioskin var áttakantað, fór mann inn í kioskina at keypa. Hetta hava vit tikið upp aftur. Diskurin inni í kioskini er sniðgivin eins og diskurin í gomlu kioskini, sigur Jóhannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, sum keypti kioskina frá Astu.
Nýggja kioskin er meira enn bara høvuðsumvæld, hon er í roynd og veru bygd av nýggjum. Men hon hevur presis somu mát og stødd sum upprunaliga kioskin.
- Stjørnuloftið inni í kioskini er endurnýtt. Hetta er tað einasta, sum varð mett at vera vert at endurnýta. Restin er nýtt. Vindeyguni eru termoisolerað og vit hava installerað vatn og el.
Petur Hans Poulsen og Martin Tórgarð, abbasonur H. C. W. Tórgarð, hava bygt nýggju kioskina. Hon stendur júst sama stað, sum tann gamla, men er snarað 30 stig ímóti tinghúsinum fyri at fáa betri terrassupláss.
Kioskin hjá Astu 2015. Tekning: Palli Gregoriussen
- Nú hon er gjørd av nýggjum, er hon gjørd meira opin við meira glasi, enn tað var áður. Og ongar lúkur koma at vera fyri vindeyguni eins og í gomlu kioskini. Hetta er so at siga einasti munur á gomlu kioskini og tí nýggju.
Tá ið Gist & Vist keypti kioskina, var tað við tí í huga at varðveita hana og fáa hana aftur til eina virkna kiosk, sum skal selja allar vanligar kioskvørur og bløð.
- Kioskin fer at selja gongumat – m.a. eina spildurnýggj Astuflís – kaffi, sodavatn, øl, vín, bløð og vanligar kioskvørur, sum alt kann njótast á terassuni uttanfyri ella takast við.
Hatíðarløta verður í dag kl. 15, tá kioskin letur upp. Eirikur Lindenskov og Annika Olsen, borgarstjóri, fara at siga nøkur orð, og so fer Annika eisini at skeinkja 88 ára gomlu Astu fyrsta koppin av kaffi úr kioskini.
- Vit bjóða eisini kaffi og køku til øll, sum koma á gátt, sigur Jóhannes Jensen, stjóri í Gist og Vist.
Sí eisini: Myndir: Býarmynd komin upp á pláss
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald