Matstovan Koks boðar í dag frá, at meðan Koks komandi tvey árini verður staðsett í Grønlandi, so verður Koks-virksemið ikki heilt slept í Føroyum.
Matstovurnar Ræst og Fútastova fáa ein dám av Koks. Fútastova verður umskapað til Roks, eins og hon var, tá Koks mátti lata aftur í byrjanini av korona-tíðini.
Í dag er soljóðandi fráboðandi send út á sosialu miðlarnar.
“Vit hava stór tíðindi at deila! Meðan okkara Koks matstova verður staðsett í Grønlandi komandi tvey árini, lata vit upp tvær systirmatstovur í Føroyum. Ræst og Roks lata upp í mars 2022 undir leiðslu av Poul Andrias Ziska, høvuðskokki ,og Karin Visth, høvuðs víntænara”.
Latið verður upp fyri borðbílegging í morgin 1. mars klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald