Uttanlands

Ein dripin og tíggju særd á finskum skúla

Ein maður er vorðin handtikin. Sambært finsku løgregluni hevði hann bæði skotvápn og svørð uppiá sær, tá hann leyp á.

Mynd: HitMix Kuopio

Mynd: HitMix Kuopio

2019-10-01 15:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíggju fólk vórðu særd og ein lat lív undir einum álopi á einum yrkisskúla í finska býnum Kuopia í dag.

Sambært TV2 er viðkomandi, sum er undir illgruna fyri at hava framt álopið handtikin.

Finska løgreglan boðar frá, at talan er um ein mann við finskum ríkisborgaraskapi. Eisini sigur løgreglan, at maðurin hevði eitt skotvápn uppiá sær umframt okkurt, sum líktist einum svørði.

Hetta samsvarar við frágreiðingum hjá eygnavitnum, og sambært finskum miðlum fór maðurin inn í eina skúlastovu við svørðinum.

Tey særdu eru koyrd á sjúkrahús.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder