
- Sum 32 ára gomul tók Morið stig til at savna saman undirskriftir til tess at seta á stovn dagrøkt í Vestmanna. Hetta eydnaðist henni. Hon varð sett sum leiðari at fyrireika dagrøktina 1. desember 1986. Longu ein mánað eftir var klárt at bjóða børnunum ansing hjá ymsum dagrøktarfólkum í kommununi.
Soleiðis skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu sínari, í samband við at Morið Olsen Gardy - ein drívmegi - nú gevst sum leiðari á dagstovnaøkinum eftir 35 ár í starvi.
- Relatiónsarbeiði hevur altíð verði nakað, Morið hevur arbeitt nógv við. Morið skipaði eisini fyri spælistovum eina til tvær ferð um vikuna. Endamálið við spælistovunum var at betra um samanhaldið millum børnini í bygdini. Hetta var ein dagur, har øll dagrøktin kundi savnast, og øll børnini kundu spæla saman.
Ein hugnaløta hevur verið fyri Morið, sum nú hevur valt at leggja frá sær. Hugnaløtan varð hildin í Gjáarlon saman við starvsfeløgum og børnum. Borgarstjórin, Pauli T. Petersen, nýtti eisini høvið at takka henni fyri drúgva tænastu og góða arbeiði, sum børn, foreldur og starvsfólk altíð hava notið væl av, skrivar vestmanna.fo.
Síðan dagstovnaøkið varð umskipað fyrst í 2000, hevur Morið, sum nú fer frá fyri aldur, verið leiðari. Dagstovnaøkið fevnir í dag um dagstovnarnar, Gjáarlon, Látipípuna og frítíðarstovuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald