Tað gekk ikki long tíð, frá tí at løgreglan fekk fráboðanina um herverk á Løgtingshúsið, til ein persónur var handtikin.
Tað var umleið 07.20, at ein uppringing kom á løgreglustøðina um, at ein rútur í Løgtinginum var brotin. Júst hví og hvussu var ikki greitt, men gongd var í málinum, tá vit tosaðu við vaktleiðarin stutt eftir klokkan hálvgum átta.
Les eisini: Rútur brotin í løgtinginum
Tá segði vaktleiðarin, at onkur var undir illgruna, og at man helst fór at vita meira skjótt. Nú, stutt eftir klokkan átta, er greitt, at ein persónur er handtikin í málinum.
Viðkomandi verður helst skuldsettur fyri herverk skjótt. Hann hevði kastað ein stein gjøgnum rút í løgtinginum, sum brotnaði.
Sambært løgregluni hevði brotni rúturin støddina 20x30. Harvið er tað ikki ein av teimum stóru rútunum. Talan er um ein av rútunum, sum vendir omaneftir móti ánni og gongugøtuni.
Handtikni persónurin var tætt við Tinghúsið, tá handtøkan fór fram. Viðkomandi hevur framvegis ikki gjørt greitt, hví hann gjørdi hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald