2025-02-01 09:31
Fyrrapartin í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna Í Vágum, og í hesum sambandi vórðu fleiri mál skrivað, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Tá løgreglan kannaði ferðsluna við skúlan í Sørvági fingu tveir bilførarar klipp, tí teir koyrdu við børnum, sum ikki vóru rætt íbundin.
Eisini gjørdi løgreglan ferðmátingar í Vágatunlinum, og har var ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt. Hann koyrdi 100 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80, og tað fær hann bót fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald