Innanlands

Ein fjórðingur sent privatar eggjandi myndir til onnur

Tað vísir kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið

(Mynd: Visualhunt.com)

(Mynd: Visualhunt.com)

2020-10-10 20:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru eftir øllum at døma fleiri føroyingar, sum senda privatar eggjandi myndir til onnur, og nógvar av hesum myndunum eru í umferð. Hetta vísir kanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið í gjár.

Uppá spurningin, um man nakrantíð hevur sent nøkrum eina nakin- ella eggjandi mynd ella video av tær, svara 24 prosent, at tað hava tey. 73 prosent siga seg ikki hava sent, meðan tvey prosent ikki ynskja at svara.

Spyr.fo spurdi eisini fyri Kringvarpið, um fólk høvdu fingið privatar myndir sendandi frá øðrum. Her svara 41 prosent ja, 58 prosent siga seg ikki hava móttikið privatar myndir og 1 prosent ynskir ikki at svara.

Av teimum 41 prosentunum, sum hava fingið privatar myndir sendandi, svara 57 prosent at mynd, sum tey hava fingið, er av øðrum enn tí sum sendi hana.

Kanningin varð gjørd í gjár og 500 fólk í aldursbólkinum 18-59 hava svarað.

Tað er ikki loyvt at senda myndir víðari uttan samtykki, og í løtuni kannar løgreglan eitt mál um barnapornografiskar upptøkur, sum eru í umferð á sosialum miðlum. Løgreglan væntar at vera liðug við málið um ársskiftið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder