2021-01-06 11:40

Ein sjúklingur við koronu andaðist á Landssjúkrahúsinum í gjár, týsdagin 5. januar. Hetta er fyrsta andlát við koronu, sum er skrásett í Føroyum.
Tað skriva heilsumyndugleikarnir á corona.fo í dag.
Talan er um 68 ára gamlan mann, sum fyrst í desember varð innlagdur á Landssjúkrahúsinum við aðrari álvarsligari sjúku enn koronu. Hann varð fluttur á koronudeildina stutt fyri jól.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald