2019-10-07 08:04
Nógvur vindur hevur verið í nátt, og í hesum sambandi hevur løgreglan eisini fingið eina fráboðan um vindskaða tíðliga í morgun.
Tað var klokkan hálvgum fimm, at tey fingu boð um, at nakrar stórar takplátur vóru farnar í vindinum í Vestmanna.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at fólk vórðu send á staðið at meta um skaðan, men hann var ikki stórur. Ein bilur fekk eitt sindur av skaða, men eingin fólkaskaði var.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald