Innanlands

Ein hevði ov tungan fót og ein brúkti telefon

Ferðslukanningar vóru gjørdar í Eysturoynni í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-22 10:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar í Eysturoynni. Tað var í bygdum øki við Gøtugjógv og á Søldarfjarðarvegnum, at mátingarnar vórðu gjørdar.

Og í tveimum førum vóru tveir bilførarar sum ikki koyrdu eftir bókini. Annar koyrdi 80 km/t í bygdum øki og tað gevur klipp í koyrikortið. Hin nýtti telefon undir akstri og tað er ikki loyvt. Hann fær eina bót.

Fleiri fráboðanir komu annars í nógva vindinum í gjár. Serliga vóru tað fólk sum ikki kláraðu at halda bilhurðum, sum síðani smekkaðu inn í aðrar bilar og gjørdu skaða.

Eisini skrædnaði ein húsaklædningur sum síðani feyk á parkeraðar bilar og eitt ruskílat á hjólum sum rullaði á ein parkeraðan bil.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder