Uttanlands

Ein hóttan, at vesturheimurin ikki vil viðurkenna Krim sum russiskt øki

– Krim hevur valt at fara aftur til Russland, sigur fyrrverandi russiski forsetin og formaðurin í russiska trygdarráðnum, Dmitry Medvedev

Dmitry Medvedev (Mynd: EPA)

Dmitry Medvedev (Mynd: EPA)

2022-07-18 12:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2014 hersetti Russland Krim-hálvoynna, sum annars hevði hoyrt til Ukraina síðan 1954, men Ukraina og vesturheimurin nokta at viðurkenna Krim sum russiskt øki.

Tað er ein hóttan móti Russlandi, sigur fyrrverandi russiski forsetin og núverandi formaðurin í russiska trygdarráðnum, Dmitry Medvedev, sambært Reuters.

– Hetta er ein beinleiðis hóttan, serliga tá ein hevur í huga, hvat er hent við Krim. Tí Krim hevur valt at fara aftur til Russland, sigur Medvedev, sum sipar til fólkaatkvøðuna í mars 2014, har almenna valúrslitið vísti, at ein stórur meiriluti av atkvøðunum vóru fyri innliman í Russiska Samveldið.

Útsøgnin hjá Medvedev kemur dagin eftir, at eitt ukrainskt embætisfólk segði, at Krim-hálvoyggin, sum flestu londini framvegis lýsa sum hersett ukrainskt øki, kann gerast eitt mál hjá ukrainskum rakettum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder