Innanlands

Ein innlagdur av koronu - næstan sjey prosent av fólkatalinum positiv í løtuni

727 nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár, men enn er einki koronatrýst á Sjúkrahúsverkinum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-01-20 17:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er í dag bara ein persónur innlagdur í Sjúkrahúsverkinum av koronu. Samlaða talið á fólki innløgd við koronu er fimm, men hini fýra eru innløgd av aðrari orsøk, men eru testað positiv.

727 nýggir smittutilburðir vóru staðfestir í gjár, og 379 vórðu staðfest frísk aftur.

Stóru smittutølini seinastu dagarnar hava við sær, at vit nú eru komin upp á 3716, sum eru positiv í løtuni. Tað er næstan sjey prosent av fólkatalinum. Síðani ársskiftið eru 6584 tilburðir staðfestir í Føroyum. Tað merkir, at 12 prosent av fólkatalinum hevur ella hevur havt koronu í ár.

5163 kanningar vórðu gjørdar í gjár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder