Herborg Torkilsdóttir hevur júst latið frá sær enn ein sang í sínum lætta tónalagi.
Hesaferð er tað ein kærleiksheilsan til heimstaðið – "Faroe Islands, The Place I call home", kallast sangurin.
- Eg skrivaði lagið, tá eg loksins flutti heim til Føroyar í 2016, aftaná 15 ár í Danmark. Her er so ómetaliga vakurt og friðsælt, og eg livi enn í hesari bobluna av takksemi – at eg skal vera so heldig, at kunna kalla meg føroying, skrivar herborg um nýggja sangin.
Hon hevur sjálv skrivað orð og lag, meðan trúgvi fylgisveinurin, Jens Varmløse, hevur framleitt og spælt øll ljóðførini inn. Terji Rasmussen hevur enn eina ferð upptikið røddir. Videolagið hevur beiggin, Benny Torkilsson, upptikið við dronu.
Herborg Torkilsdóttir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald