
Fyrr í mánaðinum var kendi fjallagangarin Pól Sundskarð óheppin og gleið av Syðringarskarð á veg oman í Strandadal á Borðoynni.
Hann kom illa til skaða, og hevur á Ríkissjúkrahúsinum verið undir skurð í rygginum.
Pól Sundskarð verður í dag 64 ára gamal, og hevur lagt eina heilsan út á Facebook. Hann er nú komin upp at standa, og nú verður venjing á skránni.
- Túsund takk fyri allar heilsanar og bønir á mínum føðingardegi. Dagurin bleiv ikki hildin har vit ætlaðu at vera. Nú er ein kampur fyri framman, og higartil hevur gingið væl, skrivar Pól Sundskarð saman einari mynd av honum og konuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald