Innanlands

Ein knappur triðingur av íbúgvunum í Føroyum hevur fingið fyrra prikið

849 fólk vórðu koppsett á teimum trimum sjúkrahúsunum í gjár, og nú eru tilsamans 24.368 koppsetingar gjørdar í Føroyum. Hildið verður fram at koppseta til og við leygardagin - koppsetingarætlanin er longd til síðst í august

2021-05-11 14:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, mánadagin 10. mai, vórðu 849 fólk koppsett á teimum trimum sjúkrahúsunum. 788 fólk fingu fyrra prikið og 61 tað seinna.

Harvið hava 17.684 fólk fingið fyrru koppsetingina í Føroyum, og 6.684 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett. 24.368 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum, skrivar corona.fo.

Heimasíðan skrivar eisini, at hildið verður fram at koppseta til og við leygardagin, men tað eru ikki fleiri tíðir eru tøkar til koppseting í løtuni. Nýggj sending við koppingarevni kemur ætlandi miðskeiðis í næstu viku.

Koppsetingarætlanin heldur ikki

- Danska heilsustýrið hevur boðað frá, at koppsetingarætlanin heldur fram uttan koppingarevnini frá AstraZeneca og Johnson&Johnson. Hetta hevur við sær, at koppsetingarætlanin er longd í nakrar vikur til síðst í august

Hesum hevur koppsetingarbólkurin í dag boðað frá í sínari triðju støðulýsing.

Hóast seinkanina fegnast koppsetingarbólkurin um, at tað gongur væl at koppseta í Føroyum. At starvsfólkini fáa heilar sjey skamtar burturúr hvørjum glasi, ger eisini mun. Higartil hevur høga gagnnýtslan havt við sær, at umleið 3.000 fleiri koppsetingar eru framdar, í mun til at seks skamtir høvdu komið burturúr hvørjum glasi.

Í løtuni er latið upp fyri koppseting í aldursbólki 10.2 - tað eru øll, sum eru 45 ár ella eldri. 

- Í løtuni verður arbeitt við at víðka kunngerðina um ókeypis koppseting fyri COVID-19, soleiðis at hon eisini fevnir um føroyingar undir útbúgving uttanlands og útlendingar, sum eru staddir í Føroyum í longri tíð. Eftir ætlan fáa hesi tilboð um koppseting saman við aldursbólkinum, tey hoyra til.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder