2021-06-17 09:44
Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Viðkomandi fekk staðfest smittuna eftir kanningina á fjórða degi.
686 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið.
Í løtuni eru 17 persónar smittaðir við koronu. Tað er sama talið sum í gjár. 46 fólk eru í sóttarhaldi í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald