Innanlands

Ein koronatilburður staðfestur í gjár

34 persónar eru smittaðir í løtuni, og ein er innlagdur

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-10-05 11:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tann smittaði er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 335 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 134.070 kanningar gjørdar, upplýsir Heilsumálaráðið.

Tilsamans hava nú 475 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum, av teimum eru 441 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 34 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna. 143 eru í sóttarhaldi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder