2024-03-29 08:48
Løgreglan hevði í gjár og í nátt málrættað átøk móti rúsdrekka og rúsevniskoyring, og lítið var at finna.
60 bilar vórðu steðgaðir í norðurøkinum sum umfatar Norðoyggjar og Eysturoynna, og í einum føri var eitt mál skrivað um rúsdrekkakoyring. Í einum øðrum føri fekk ein bót fyri niðurslitin dekk.
15 bilar vórðu steðgaðir í Havn, men har vísti alt seg at vera í ordan.
Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni higartil á páskum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald